Tað kann gerast ein drúgvur dagur í Løgtinginum, har sjey mál skulu viðgerast, áðrenn endað verður við framløgu.
Sí dagsskránna her
Byrjað verður klokkan 10. Tey trý málini ið vóru til 2. viðgerð mikudagin, skulu nú undir triðju viðgerð. Tey eru øll komin ígjøgnum til í dag og kunnu væntast at verða samtykt. Kim Kielsen vitjar Føroyar í hesum døgum,
og tvey av málini snúgva seg um viðurskifti við Grønland - at sleppast skal undan tvískatting við einum sáttmála og lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum londini í ríkissfelagskapinum.
Eftir at tey trý málini er avgreidd verður farið undir 2. viðgerð. Fýra ymisk mál , sum hava verið í nevnd, skulu viðgerast. Fyrst er tað uppskoti um árliga frádráttin til lærlingar, síðani um at leingja heimild av at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild - talan er um serstakar trytir fyri fiskiskap, sum hava verið galdandi farnu tvey árini. Tvey tey seinastu málini snúgva seg um meirvirðisgjald.
Í Rættarnevndini byrjar fundurin klokkan 11. Har er tað millum annað uppskoti hjá Kristinu Háfoss um, at upplýsing skal vera um privatan stuðul politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni, og uppskot til samtyktar um nútímans skip til allar oyggjaleiðirnar sum verða tikin upp.
Skráin hjá Rættarnevndini sæst her
Innanlands
Trý mál til triðju viðgerð
Talan er um eykajáttanarlóg fyri november og um viðurskifti í ríkisfelagskapinum. Málini hava verið í nevnd og skulu nú endaliga avgreiðast. Onnur mál koma undir aðru viðgerð aftaná
Samanlagt eru sjey mál, sum skulu viðgerast í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-12-06 07:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald