2023-06-25 10:17
Hetta vikuskiftið hevur Voxbotn verið í Havn, og í hesum sambandi vóru aftur nógv fólk í býnum í nátt, men sum heild hevur verið friðarligt, sigur løgreglan.
Løgreglan hevur verið til staðar í náttarlívinum, men samarittarnir hava eisini verið óførir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan hevur skrásett trý mál um rúsevni. Talan er um millum 0,5 og trý gram av hashi, so hetta verður revsað við bót.
Eisini hevur løgreglan havt tveir sovandi gestir á støðini í nátt, men tað hevur ikki verið í sambandi við nakað mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald