Innanlands

Trý nýggj gøtunøvn í Tórshavnar kommunu

Taln er um á Kongsjørð í Kaldbak, Gilsvegur í Havn og Lambatrøð á Argjum

Í Kaldbak hevur nýggja útstykkingin omanfyri skúlan fingið navnið “á Kongsjørð”

Í Kaldbak hevur nýggja útstykkingin omanfyri skúlan fingið navnið “á Kongsjørð”

2025-09-19 11:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tríggjar nýggjar gøtur og vegir í Tórshavnar kommunu hava nú fingið almenn nøvn.

Í Kaldbak hevur nýggja útstykkingin omanfyri skúlan fingið navnið “á Kongsjørð”. Vegurin byrjar í svinginum “á Soylugørðum”. Kaldbaksfólk, sum varða av økinum, eru samd um, at “á Kongsjørð” er besta navnið. Siðvenja í Kaldbak er í mestan mun at nýta staðarnøvnini óbroytt.

Nýggi vegurin, sum kemur av Oyggjarvegnum, við Hotel Føroyar, og sum knýtir í nýggja Havnarvegin, hevur fingið navnið “Gilsvegur”. Grundgevingin er, at vegurin gongur tvørtur um sjálvt gilið, sum er Marknagil.

Og á Argjum hevur nýggi síðuvegurin á Argjavegnum til nýggju útstykkingina millum Kráargøtu og Hannugøtu fingið navnið “Lambatrøð”. Grundgevingin her er, at útstykkingin, har vegurin gongur, er á eini trøð, ið nevnist Lambatrøð.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder