Innanlands

Trý tikin fyri at flúgva við dronu yvir Trælanípu

Illgruni um, at bótin er ‚kalkulerað útreiðsla’ fyri at fáa myndirnar haðani.

Tilvildarlig mynd tikin av internetinum

Tilvildarlig mynd tikin av internetinum

2026-10-08 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan var um middagsleitið gjár við Trælanípuna í Vágum eftir trimum fólkum, sum flugu við hvør sínari dronu og fotograferaðu har, hóast dronuflúgving er banna, tí tað er innan fyri fimm kilometra trygdarsouna frá flogvøllinum.

Talan var um útlendingar. Tey vóru tikin við til Havnar, har tey á løgreglustøðini rindaðu hvør sína bót á 3.500 krónur í staðnum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini undrarst yvir, at tey valdu at senda dronur sínar í luftina, tí har um leiðir verður væl og virðiliga við skeltum ávarað um, at hetta ikki er loyvt. Tí kann ein illteinkja tey fyri at taka kjansin fyri at fáa myndirnar heim við sær aftur.

Tá talan ‚bert’ er um at taka upp náttúrumyndir, og harvið ikki um njósning av nøkrum slag, so verður hald vanliga ikki lagt á dronurnar. Og tað hendi ikki hjá hesum trimum og heldur ikki á upptøkurnar, sum tey fingu í kassan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder