2026-10-08 21:56
Játtanin til Umhvørvisstovuna verður á fíggjarlógini fyri 2027 lækkað við fýra milliónum, og sambært Kringvarpinum ljóðar, at trý til fýra fólk skulu sigast úr starvi.
Hetta vil Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, tó ikki vátta fyri Kringvarpinum.
Men tað er ikki nógva aðrastaðni, at stovnurin kann tillaga raksturin.
- Sparingarnar fara at merkjast á stovninum og arbeitt verður við hesum, og tosað verður við teir, sum kunnu vera raktir, sigur stjórin.
Hvat øki á stovninum verður rakt, vil Sigurð í Jákupsstovu ikki siga nakað um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald