Trýstið á brasilska forsetan, Jair Bolsonaro, er økt munandi eftir at landsins løgmálaráðharri, Sergio Moro, legði frá sær fríggjadagin.
Á tíðindafundinum kom Moro við ákærum móti forsetanum, sum verða mettar at vera sera tyngjandi, og ríkisadvokaturin hevur nú biðið hægstarætt um at kanna ákærurnar.
Beinleiðis orsøkin til at løgmálaráðharrin segði frá sær var, at forsetin gav landsins politiovasta fótin. Á almennu uppsøgnini stóð eisini undirskriftin hjá Sergio Moro, men sjálvur sigur hann, at hetta var dokumentfals, skrivar NRK.
Moro sigur eisini, at Bolsonaro fleiri ferðir hevur biðið um at fáa atgongd til fregnarupplýsingar hjá løgregluni, og at politiovastin fekk fótin, tí hann ikki vildi ganga hesum ynski á møti.
Sambært fleiri lógarserfrøðingum, er her grundarlag fyri at seta forsetan fyri ein ríkisrætt.
Eisini fyrrverandi forsetin í Brasil, Farnando Henrique Cardoso, sum sat í embætinum frá 1995 til 2002, hevur heitt á Bolsonaro um at leggja frá sær.
Á Twitter hevur hann skrivað: ”Forsetin grevur sína egnu grøv. Hann eigur at leggja frá sær áðrenn hann verður frákoyrdur”.
Sjálvur vísir Bolsonaro ákærunum aftur.
Nú fyrrverandi løgmálaráðharrin gjørdist ein fólkahetja í Brasil, tá hann stóð á odda fyri mest umfatandi herferðini móti mutri í søgu landsins. Fleiri mætir menn í landinum endaðu í fongsli í hesum átaki.
Eftir valið í 2018 tók Bolsonaro hann í stjórnina sum løg- og trygdarmálaráðharri, men viðurskiftini teirra millum hava ikki verið so góð í seinastuni. Sjálvur sigur Moro, at hetta er orsaka av, at hann ikki hevur fingið lovaða frælsi at stríðast móti mutri og rotinskapi í landinum.
Sambært felagsskapinum Transparency International, hevur Brasil ongantíð ligið so langt uppi á listanum yvir tey mest korruptu londini í heiminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald