Innanlands

Tunga ferðslan manglar og ov dýrt fyri tey, sum koyra hvønn dag

Tað eru fýra mánaðir síðani Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu. Ferðslan veksur støðugt, og umleið 4500 bilar koyra gjøgnum tunnilin um dagin í miðal. Í løtuni er ikki ætlanin at gera nakrar prísbroytingar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-04-18 19:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðslan í Eysturoyartunlinum er støðugt vaksandi. Nú koyra umleið 4500 bilar gjøgnum tunnilin um dagin.

Men nøkur sløg av akførum mangla í, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyartunlinum, við útvarpið, nú tað eru fýra mánaðir síðani at nýggja farleiðin millum høvuðsstaðarøkið og Eysturoynna lat upp.

- Vit síggja, at tað eru nøkur sløg av bilum sum mangla í, og tað er serliga stóra ferðslan sum manglar. Tað hevur helst nakað við prísin at gera, men eisini við hugsunarhátt, sigur Teitur Samuelsen.

Teitur Samuelsen sigur tað vera torført at gera broytingar, tí tey ikki kenna pínumarkið hjá fyritøkunum.

Hann sigur við útvarpið, at fleiri fyritøkur og eisini flutningsfyritøkur velja tunnilin. Aðrar velja hinvegin at koyra eftir gomlu farleiðini, og tá brúkar ein umleið 10-15 litrar meira av brennievni.

- Og so vita vit eisini, at tað er ov dýrt hjá teimum, sum koyra í millum hvønn dag, men her bíða vit eftir einum útspæli frá politisku skipanini um, hvussu koyripeningurin skal skipast, sigur Teitur Samuelsen.

Ætlanin er ikki at gera nakrar prísbroytingar áðrenn politiska skipanin er komin við útspælinum.

Eysturoyartunnilin skal hava einar 200 milliónir í inntøkum um árið.

placeholder
placeholder