Innanlands

Tunlarnir norð um Fjall stongdir: Skalvur er lopin

Landsverk byrjar at grava klokkan 4, og tunlarnir eru stongdir til vegurin er ruddaður fyri kava

(Mynd: Føroya Politi)

(Mynd: Føroya Politi)

2022-12-19 00:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein skalvi er í kvøld lopin við tunnilsmunnan Árnfjarðartunlinum við Ánirnar, og tað er ikki koyrandi gjøgnum tunnilin, sigur løgreglan.

Avgerð varð skjótt tikin um at stongja tunlarnar fyribils.

Løgreglan sigur, at Landsverk byrjar at grava klokkan 4, og tunnlar stongdir til vegurin er ruddaður fyri kava.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder