Tað hevur elvt til nakað av rumbli síðani tað í gjár kom fram, at Fámjinstunnilin ikki verður gjørdur beinanvegin, sum Henrik Old, landsstýrismaður, hevur sagt, men bíðar til Dalstunnilin er liðugur.
Arni Nielsen, bygdarráðslimur í Fámjin, sigur í opnum brævi at tað einasta sum manglar, er viljin at hjálpa einari bygd í útjaðaranum.
- Líka mikið, um Landsverk ger vegin um fjøllini 10 metrar breiðan, so noyðast vit at koyra um Ørðaskarð, ið er stormharðasta vegastrekki í landinum, sigur hann.
- Og líka mikið hvørji argument vit brúka, so er tað fakta, at fólk ræðast at koyra eftir Fámjinsvegnum, og fólk flyta úr bygdini, og vegasambandið er ein beinleiðis orsøk til flytingina. Tunnil til Fámjins er einasta loysn, og tað hastar.
- Klárt er at byrja uppá Fámjinstunnilin í komandi viku, og verður játtan givin til at arbeiða tveyskiftisvakt, er skotið ígjøgnum í mai/juni 2019.
- Um byrjað verður í morgin at fyrireika Dalstunnilin, er kortini ikki klárt at bora til Dals, fyrr enn aftaná at liðugt er at bora til Fámjins.
- Tit skulu ikki vera bangin fyri at játta nakað eyka av pengum her suður, tí eg skal vissa tykkum um, at í Suðuroynni er eingin upphitaður búskapur, sigur Arni Nielsen.
Les eisini: Fámjinstunnilin elvir til rumbul í Javnaðarflokkinum
Les eisini. Eingin Fámjinstunnil fyrr enn Dalstunnilin er liðugur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald