Innanlands

Tunnilin verður latin upp hóast onki telefonsamband er

- Vit hava fingið váttan fyri, at fartelefonsambandið verður klárt skjótast gjørligt, sigur fútin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-03 16:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórt hátíðarhald verður í Havn sunnudagin í sambandi við at tunnilin undir Húsareyni og innkomuvegurin Havnarvegur verður latin upp fyri almennari ferðslu.

Men tað verður ikki møguligt at tosa í fartelefon í tunnlinum at byrja við.

Tað váttar Michael Boolsen, fúti, fyri Portalinum í dag.

Fútin var sjálvur við til st skriva undir góðkenningina í dag saman við umboði fyri Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

- Tað eru neyðtelefonir í tunnlinum, og vit hava fingið váttan frá kommununi fyri, at fartelefonsambandið í tunnlinum fer at virka “skjótast gjørligt”, sigur Michael Boolsen.

[object Object]
Undirskriftirnar vórðu settar á góðkenningina á ráðhúsinum í dag (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Fútin sigur, hevur fingið játtan fyri, at útgerðin til at kunna samskifta í fartelefon gjøgnum tunnilin er løgd inn, men at tað enn manglar nakað í áðrenn tað kann setast til og brúkast av brúkarunum.

- Tað er við hesum lyfti, at eg havi skrivað undir góðkenningina, sigur hann.

Fyri at ein tunnil kann góðkennast skal ein venjing haldast, har øll trygdarútgerðin í tunnlinum verður roynd. Hendan venjingin var týsdagin 1. juli, tá umleið 20 fólk frá politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansatænastuni og Tórshavnar kommunu royndu tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði samskiftisútgerðina í tunlinum, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu í dag, og leggur afturat: Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, hevur góðkent tilbúgvingina í Húsareynstunlinum.

Tórshavnar kommuna hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini, og hevur í dag staðfest, at Húsareynstunnilin uppfyllir øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.

Og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Húsareynstunnilin til almenna ferðslu.

Skrivar Tórshavnar kommuna uttan tó at nevna, at onki fartelefonsamband er.

Sum Portalurin hevur skilt, hoyrist útvarp heldur ikki í nýggja 1.700 metra langa Húsareynstunnlinum.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder