![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú er ein útbúgvingarsamskipari settur hjá læknum, sum eru í introduktiónsstarvi og høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medisini. Hetta eru teir læknar, sum vanliga koma at starvast sum kommunulæknar.
Tað er Turid Holm Johannesen, sum er sett í hetta nýggja starvið. Landsssjúkrahúsið skrivar á heimasíðu sínari, at í fleiri ár hevur verið víst á, at neyðugt er at fáa ein samskipara at tryggja góðskuna á útbúgvingini av kommunulæknum í Føroyum.
Ein játtan til endamálið var á fíggjarlógini fyri 2020. Tað var landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum raðfesti játtanina til hetta, skrivar ls.fo.
Turid Holm Johannesen er 37 ár og starvast sum kommunulækni í Kirkjustræti í Hoyvík. Sum útbúgvingarsamskipari fær Turid ábyrgd av at stuðla undir og virka fyri dygdini í KBU- intro- og høvuðsútbúgvingini innan almenn medisin. Eisini verður hon sum samskipari bindiliðið millum útbúgvingarlæknar, tutorlækna, praksis og Landssjúkrahúsið.
Talan er um eitt fast starv á 18 tímar um mánaðin.
Um útbúgvingina í almennum medisini skrivar ls.fo soleiðis:
Introduktiónsstarv er eitt innleiðslustarv til eina ávísa sergrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgvingina innan somu sergrein. KBU er stytting fyri klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald