Uttanlands

Turkaland: 115 fólk handtikin í stórum átaki

Fólkini eru undir illgruna fyri at vera limir í IS og fyri at hava ætlanir um atsóknir í sambandi við jóla- og nýggjárshátíðarhald

Fólk á jólamessu í Istanbul í fjør (Mynd: EPA)

Fólk á jólamessu í Istanbul í fjør (Mynd: EPA)

2025-12-25 14:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

115 fólk, sum eru undir illgruna fyri at vera limir í Islamiskum Stati (IS) eru handtiknir í stórum løgregluátaki í Turkalandi, upplýsir ákærumyndugleikin í Istanbul.

Hildið verður, at fólkini høvdu ætlanir um at fremja atsóknir móti fólki, sum ikki eru muslimar í sambandi við hátíðarhaldi av jól og nýggjár í Turkalandi, skrivar Ritzau.

Tilsamans 124 støð vórðu rannsakað, og 115 av 137 fólkum, sum vórðu kannaðir av myndugleikunum, vórðu handtiknir.

Tað kemur javnan fyri, at fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við IS, verða handtikin í Turkalandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder