Uttanlands

Turkaland ikki longur ímóti svenskum og finskum Nato-limaskapi

– Vit fegnast um at kunna boða frá, at har nú er semja um innliman av Svøríki og Finnlandi, segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg eftir at hava verið á fundi við leiðarum úr Turkalandi, Svøríki og Finnlandi í gjár

Svenski forsætisráðharrin Magdalena Andersson og turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan (Mynd: EPA)

Svenski forsætisráðharrin Magdalena Andersson og turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan (Mynd: EPA)

2022-06-29 08:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Turkaland er nú ikki longur ímóti, at Finnland og Svøríki gerast partur av Nato.

Tað upplýsti m.a. Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg í gjár.

– Vit hava júst havt ein sera jaligan fund við Turkaland og norðurlendsku londini. Vit fegnast um at kunna boða frá, at har nú er semja um innliman av Svøríki og Finnlandi, segði hann sambært Ritzau.

Hann legði afturatat tey bæði londini í dag formliga verða boðin at gerast limir av verjusamgonguni.

[object Object]Partarnir hittust í gjár á fundi í Madrid (Mynd: EPA)

Hetta merkir tó ikki, at londini gerast limir beinanvegin. Komandi dagarnar verður avgjørt, hvussu tilgongdin hjá Finnland og Svøríki verður, sigur finski forsetin Sauli Niinistö sambært Reuters.

Í gjár fundaðist turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan við Jens Stoltenberg, Sauli Niinistö og svenska forsætisráðharranum Magdalena Andersson, og sambært Stoltenberg hava tey trý londini nú undirskrivað eitt skjal, har hædd verður tikin fyri stúranum hjá Turkalandi, og tí stuðlar Turkaland nú eisini Svøríki og Finnland í at gerast limir.

Turkaland hevur m.a. lagt Finnland, og serliga Svøríki, undir at stuðla kurdiskum yvirgangsfelagsskapum, umframt at Turkaland hevur funnist at teimum báðum londinum fyri ikki at vilja selja vápn til Turkalands. Men hetta verður broytt nú, sigur Stoltenberg.

Avtalan inniber eisini, at Svøríki og Finnland fara at samstarva við Turkaland um at basa yvirgangi.

Nato-toppfundur er í hesum døgum í spanska høvuðsstaðnum Madrid.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder