Innanlands

Turkihúsið skal burtur og íbúðir ella gistingarhús ístaðin

Byggjast skal nýtt á sermerktari grund í Vestmanna

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2019-04-12 18:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt av økjunum, sum ikki kann sigast at prýða Vestmanna í løtuni, verður nú bjóðað út til íbúðarbygging, gistingarhús ella handilsvirksemi.

Tað er Vestmanna kommuna, sum nú bjóðar sonevnda Kolastykkið og økið har Turkihúsið stendur til sølu til endamálið.

Talan er um eitt stykki fram við fjørðuni undir Bakkavegnum so at siga mitt í Vestmanna innan fyri nýggja bátahylin.

Kommuna setir sum treyt til keyparan, at bygningurin, kallaður Turkihúsið, verður tikið niður sum skjótast og í seinasta lagið áðrenn hetta árið er av, og at farið verður undir bygging í seinasta lagið eitt ár eftir, at tikið er av tilboði og sáttmáli gjørdur.

Kommunan hevur sett sær fyri at støða kann takast til tilboðini, sum koma inn, á bygdarráðsfundi 28. mai, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder