Mentan

TV-2 á Norð Festivalin

Fólkakæri bólkurin úr Aarhus verður at hoyra í Føroyum í summar

(Mynd: Norð festivalurin)

(Mynd: Norð festivalurin)

2024-02-23 20:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klassikarar sum ‘Bag Duggede Ruder’, ’Alt Hvad Hun Ville Var At Danse’, ‘Laternen‘ og ‘De Første Kærester På Månen’ eru bara ein brøkpartur av øllum risa hittunum, TV-2 hevur leverað, síðan bólkurin varð stovnaður í 1980.

Bólkurin, ið er mannaður av Steffen Brandt, Hans Erik Lerchenfel, Sven Gaul og Georg Olesen, hevur hesi seinastu fýra ára tíggju hildið saman og útgivið fleiri enn 200 sangir og 19 fløgur, umframt at hava kvitterað við fleiri platinplátum - eins og teir hava vunnið ’Ársins donsku poppútgávu’’, Ársins danska lag’ og ’Ársins danski sangskrivari’ við Steffen Brandt.

Í summar koma teir til Føroya - teir koma til Viðareiðis á Norð Festivalin, ið einans telur umleið 350 íbúgvar allar aðrar dagar á árinum. Talan verður uttan iva um eina stóra løtu undir stórsligum umstøðum, har túsundtals fólk savnast.

Norð Festivalurin verður í ár hildin 31. august 2024 á Viðareiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder