Innanlands

Tvær bøtur fyri brot á skilhaldsreglurnar

Tveir útlendingar, sum vórðu handtiknir í sambandi við ein bardaga í Havn fríggjakvøldið, fáa 3.500 krónur í bót í part

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-15 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir útlendingar hava fingið bót fyri brot á skilhaldsreglurnar í sambandi við ein bardaga í høvuðsstaðnum fríggjakvøldið.

Tað var klokkan 23 fríggjakvøldið, at løgreglan fekk boð um, at tríggir til fimm útlendingar bardust við ein mann í Tórsgøtu í Havn. Tveir teirra vórðu handtiknir, og teir hava nú fingið eina bót á 3.500 krónur í part.

Talan var um útlendingar, sum ikki búgva í Føroyum, verður upplýst av løgreglustøðini í Havn.

Lagt verður afturat, at rættiliga nógv fólk hevur verið í býnum í nátt, men sum heild hevur verið friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder