Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni, tó hevur hon havt tríggjar sovandi gestir á støðini, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein persónur varð handtikin seint seinnapartin í gjár fyri at vera ólátaður í einum grannalagi í høvuðsstaðnum, og fyri tað fær hann eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Í nátt vórðu so tveir persónar afturat tiknir við á løgreglustøðina at sova rúsin av sær.
Ein varð tikin fyri at vísa harðligan atburð, og eisini hann fær eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglurnar. Hin persónurin hevði fingið so nógv niðurum, at hann kláraði ikki seg sjálvan, og tí slapp hann at sova rúsin av sær á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald