Innanlands

Tvær ferðir boð eftir Brimli í gjár

Tvær ferðir í gjár varð Brimil boðsendur at sleipa, men í eina førinum varð tað tó avlýst aftur

Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-09-19 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár vórðu boð eftir Brimli at hjálpa einum smábáti við Gulan úti við Argjalandinum.

Báturin fekk ikki koblað í, og sleipaði báturin hjá Brimli, Nósi, hann til Havnar. Sleipið tók góð trý korter.

Um midnátt vóru aftur boð eftir Brimli at sleipa eitt skip í Vestmannasundi, men seinni bleiv sleipið avlýst, tí skipið kortini kláraði sjálvt til kai, skrivar Vørn.

Leygardag fyrrapart varð ein maður eisini fluttur á Landssjúkrahúsið av verjuskipinum Iver Huitfeldt, ið var statt uttan fyri Molan í Havn.

Tað var ein lækni umborð á skipinum, sum boðaði frá, at maðurin var sjúkur, og vildi hann hava hann fluttan á sjúkrahúsið, skrivar Vørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder