Innanlands

Tvær fráboðanir um grind í gjár

Ein lítil grind varð hildin til í Hvannasundi, men í Trongisvági vísti tað seg ikki at vera grind kortini

(Savnsmynd: Silas Olofsson)

(Savnsmynd: Silas Olofsson)

2025-09-07 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð tvær ferðir boðað frá grind - ein fráboðan kom úr Hvannasundi og ein úr Trongisvági.

Í Trongisvágsfirði var tó ikki talan um grind kortini, men tað var tað í Hvannasundi, og har varð ein lítil grind hildin til, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Sambært Norðlýsinum løgdu 22 hvalir beinini í Hvannasundi í gjárkvøldið, og seðlarnir komu út í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder