2023-10-09 13:32
Seinnapartin í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um, at onkur hevði stolið sprittdunkar frá einum røktarheimi í høvuðsstaðnum.
Talan er um spritt, sum hongur inni á vesunum at spritta hendurnar við.
Ein maður er skuldsettur í tí eina málinum, meðan ógreitt er, um samband er millum málini. Tað verður kannað nærri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald