Innanlands

Tvær jólaaftansguðstænastur í Hoyvík

Økt prestatal gevur møguleika fyri fleiri gudstænastum

2019-12-23 20:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað hevur mangan verið sera trongligt í Hoyvíkar kirkju til guðstænastuna jólaaftan. Í ár verður so tann broyting, at nú verða tvær guðstænastur jólaaftan.

Skjótt vaksandi íbúgvaratalið og økt virksemi í kirkjuni hava havt við sær, at nú hevur nýggja prestagjaldið tveir sóknarprestar. Í august í ár varð Bergtórur Hjelm Bjarkhamar settur í starv aftrat hinum sóknarprestinum, sum er Theodor Eli Dam Olsen. Og tað hevur eisini givið møguleika fyri at halda tvær gudstænastur jólaaftan, klokkan 15 og 17.

Jólaaftan kl. 15 prædikar Bergtórur Hjelm Bjarkhamar. Tóra Vestergaard fer at syngja solo og Eivind Dam Simonsen fer at spæla á trompet saman við urguni til felagssangin. 

Kl. 17 prædikar hin sóknarpresturin, Theodor Eli Dam Olsen. Tá fer Kristina Thede Johansen at spæla á saxofon til felagssangin saman við urguni. Eisini ta seinnu guðstænastuna syngur Tóra Vestergaard solo og klaverfylgispælið hevur Albert Pætursson. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder