Innanlands

Tvær verkætlanir og tvær kanningar um arbeiðsmarknaðin fingið stuðul

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur játtað stuðul til tvær granskingarverkætlanir og tvær kanningarverkætlanir um arbeiðsmarknaðin í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-05-27 10:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fíggingin til arbeiðsmarknaðarátøk stavar frá fænum í Frítíðargrunninum.

Upp til í mesta lagi 3 mió. kr. vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðargransking í 2026.

Hesar verkætlanir fingu stuðul til gransking:

  • Monika Nolsøe Johannesen: ”Arbeiðsvirkni eftir pensjónsaldur: ein tvørvísindalig kanning av orsøkum til, at nógvir føroyingar arbeiða eftir pensjónsaldur"
    Ph.d.-verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.500.000 kr.
  • Barbara Scalvini: "FaroeLingo: ”Nýhugsan av skipaðum mentanarmótum í talgildari annaðmálslæring"
    Ph.d.-verkætlan á Náttúruvísindadeildini og Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.500.000 kr.

Upp til í mesta lagi 600 tkr. vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðarkanningar í 2026.

Tvær verkætlanir fingu stuðul til kanningar:

  • Gestur Hovgaard: ” Arbeiðsmarknaðurin og tey við avmarkaðum førleikum. Ein IPS-grundað pilotkanning við støði í næmingum frá Dugna.”
    Kanningarverkætlan hjá Dugna – 300.000 kr.
  • Turið B. Jacobsen: ”Hjálpartólatænastan - út frá sjónarhorninum hjá ergoterapeutum.”
    Kanningarverkætlan á Ergoterapeutfelagnum – 300.000 kr.

Við hesum játtanunum er øll tøka upphæddin til arbeiðsmarknaðargransking og -kanningar útlutað.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder