2021-09-04 13:32

Í gjár varð tvær ferðir neyðugt at senda boð eftir bjargingarbáti, tá ein bátur fekk trupulleikar. Tað skrivar Vørn.
Stutt eftir klokkan hálvgum ellivu vórðu boð eftir Sverra at hjálpa einum uppsteðgaðum báti.
Báturin var staddur sjey fj. í ein útnyrðing úr Mykinesi, og tók tað góðar fýra tímar hjá Sverra at sleipa hann til Sørvágs.
Beint eftir klokkan hálvgum tvey varð boðað frá, at ein smábátur, ið var staddur tveir fj. norðan fyri Enniberg, hevði maskintrupulleikar, og varð Fløttur boðsendur.
Góðar fýra tímar seinni var Fløttur komin til Klaksvíkar við bátinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald