2023-11-08 12:57
Í gjár, týsdagin 7. november fekk MRCC tvær fráboðanir frá bátum, sum høvdu tørv á hjálp.
Stutt fyri klokkan 11 kom ein fráboðan frá einum báti, sum var uppsteðgaður millum Stong og Eystnes, og klokkan 14 bað ein bátur um hjálp á Gulanum.
Arbeiðsbáturin hjá Brimli sleipaði báðar bátar á Havnina, skrivar Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald