2020-07-21 16:30
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinnapartin í dag hevur MRCC fingið tvær fráboðanir um bátar, sum tørvaðu hjálp, tí teir vóru uppsteðgaðir.
Klokkan 12 varð boðað frá, at ein bátur var uppsteðgaður úr Koltri, og trý korter seinni kom ein fráboðan frá einum øðrum báti, sum var staddur á guttagrynnuni.
Lív sleipaði tann fyrra bátin til Havnar, og Sverri sleipaði tann seinna inn á Sørvág.
Veðrið var gott, og tað gekk væl at sleipa, sigur vakthavandi á MRCC-støðini, sum leggur afturat, at fá fólk vóru í bátunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald