Innanlands

Tveir bilar koyrdu ov skjótt millum Fjarða

- og lítið ferðsluóhapp í Fuglafirði

2025-11-11 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir bilførarar vórðu í gjár avdúkaðir fyri at koyra alt ov skjótt á einum strekki millum Fjarða í Eysturoynni.

Annar bilurin varð máldur til at koyra 118 kilometrar um tíman og hin 110.

Hetta gevur ávikavist treytaða frádøming av koyrikortinum og klipp.

Í gjáramorgunin var eitt lítið Ferðsluóhapp í Fuglafirði, tá ein bilur koyrdi upp í ein annan bil, sum gjørdi seg til at venda inn á eina síðugøtu.

Bilførarin í aftara bilinum verður skuldsettur fyri ikki at hava hildið neyðuga frástøðu, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder