Innanlands

Tveir bilar rendu saman

Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp við Norðradalsskarð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-11 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár, beint áðrenn klokkan hálvgum seks, var eitt ferðsluóhapp við Norðradalsskarð, har tveir bilar rendu saman.

Tvey fólk vóru í óhappinum, og tey vórðu koyrd á sjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan sigur, at har var so nógvur mjørki, at mann næstan einki sá, og helst var tað orsøkin til óhappið.

Fyrrapartin í gjár varð boðað frá tveimum øðrum ferðsluóhappum - eitt við Norðskálatunnilin og eitt í Havn. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder