2020-10-03 14:42
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Stutt fyri klokkan eitt seinnapartin fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Kollafirði.
Talan var um tveir bilar, sum komu koyrandi hvør sín veg og síðani rendu saman. Enn vita tey ikki nógv meira enn tað, verður upplýst av politistøðini.
Hvussu stórur skaðin er, og hvussu nógv fólk vóru í óhappinum veit vakthavandi ikki at siga, men ein persónur er koyrdur á sjúkrahúsið, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald