Innanlands

Tveir bilførarar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum í nátt

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í norðurøkinum

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-06-22 07:57 Author image
Oda Strøm
placeholder

Løgreglan var í gjáranáttina úti og gjørdi ferðslukanningar í norðurøkinum.

Tveir bilførarar vórðu tiknir í Norðskálatunlinum fyri at koyra ov skjótt. 

Klokkan 01:00 varð ein bilførari tikin fyri at koyra 121 km/t, og kl 01:30 varð ein annar tikin fyri at koyra 117 km/t. 

Báðir fingu treytaða frádøming av koyrikortinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder