Innanlands

Tveir bilførarar skuldsettir

Ein helt ikki neyðugu frástøðuna, og ein hevði ikki førararætt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-15 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tveir bilførarar skuldsettir fyri brot á ferðslulógina.

Ein bilførari varð skuldsettur fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna í sambandi við eitt ferðsluóhapp í miðbýnum í Havn.

Tað var við krossvegin, har Jóannessar Paturssonar gøta og Fríðriks Petersens gøta møtast, at ein bilur rendi í afturpartin á einum øðrum.

Eingin skaði stóðst av óhappinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra uttan koyrikort í Saltangará. Hann er sostatt skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder