Tveir bilførarar skulu upp til nýggja koyriroynd eftir at vera avdúkaðir fyri at koyra ov skjótt.
Ferðsluløgreglan gjørdi ferðmátingar í eysturoynni í gjár.
Annar av bilførarunum varð tikin fyri at koyra minst 103 kilometrar um tíman á Skálafjørðinum, og hin koyrdi minst 107 kilometrar um tíman miððum Fjarða nærhendis frákoyringini til Funningsfjarðar.
Ein triði bilførari, í hesum føri lastbilførari, skal rokna fyri at fáa eina stóra bót fyri ikki at hava sítt koyriloyvi í lagið.
Maðurin koyrdi ein stóran og tungan viðfestivogn, men koyrikortið hjá honum loyvdi ikki koyring við so stórum bili. Revsingin fyri hetta er tað sama, sum at koyra uttan koyrikort.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald