Hetta vikuskiftið hevur løgreglan havt nógv málrættað átøk, bæði í ferðsluni og í náttarlívinum.
Fríggjadagin og aftur í morgun hevur løgreglan verið til staðar við skúlar kring landið, og eisini hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar og vitjað skeinkistøð um vikuskiftið, men tað hevur verið gott skil á, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan hevur eisini verið til staðar á Viðareiði í sambandi við Norð festivalin, og har var eisini gott skil á. Samarittarnir hava rós uppiborið, og kann løgreglan ikki takka teimum nokk, sigur vaktleiðarin.
– Teir eru óførir. Tá teir riggaðu av, høvdu teir havt eini 40 viðgerðir.
Um vikuskiftið vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri ávikavíst at yvirhála og koyra ávirkaður.
Fríggjadag seinnapart fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilførari hevði gjørt eina óforsvarliga yvirháling á Sundi, sum var til vanda fyri mótkoyrandi ferðsluni. Løgreglan fekk fatur á føraranum, og hann fær klipp í koyrikortið.
Sunnunáttina varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, og tað vísti seg, at hann eisini hevði hassj uppiá sær, og verður hann skuldsettur fyri tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald