Seinnapartin í gjár tók løgeglan í Suðuroynni ein bilførara, sum ikki hevði koyrikort. Hann hevur mist koyrikorti, og ikki tikið tað aftur.
Hann fær tí eina bót fyri hetta.
Nakrar tímar seinni var ein bilførari tikin á Sandi fyri tað sama. Viðkomandi hevði heldur ikki førararætt, sum er tikin frá honum í sambandi við annað mál. Eisini hann fær eina bót.
Nøkur klipp
Løgreglan var úti um seg í ferðsluni kring alt landið í gjár, og fleiri klipp vóru givin.
Løgreglan steðgaði bilum á Skúlanum á Fossanesi gjáramorgunin, og í einum føri var nakað at koma eftir. Eitt barn sum er undir 135 cm høgt brúkti sat ikki í neyðugari útgerð so sum pútu undir. Hetta gevur føraranum eitt klipp í kortið.
Løtu seinni var ein bilførari sum koyrdi fyri reytt ljós við Hvannasundstunnilin. Hetta gav honum eitt klipp.
Tveir bilførarar vóru tiknir fyri at nýta telefon undir akstri. Hetta var seinnapartin í gjár, og tað var í Hoyvík og í Havn. Hetta gevur eisini klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald