Mentan

Tveir filmar úr Cannes til Havnar

Filmsfelagið fer longu í heyst at vísa tveir av filmunum, sum vunnu høvuðsvirðislønirnar í Cannes í summar

2018-09-12 21:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Filmsfelagið fer longu í heyst at vísa tveir av filmunum, sum vunnu høvuðsvirðislønirnar í Cannes í summar. Mikudagin 10. oktober verður svenski filmurin "Gräns" sýndur og mikudagin 24. oktober verður japanski filmurin "Shoplifters" sýndur. 

Japanski leikstjórin, Kore-Eda Hirokazu (f.1962), vann Gullpálman á filmstevnuni í Cannes í ár fyri filmin ”Shoplifters”. Í fjør sýndi Filmsfelagið hin stillføra ”Eftir illveðri”, ið sami leikstjóri gjørdi í fyrrárið. Í nýggja filminum ”Shoplifters” eru Osamu og húski hansara fíggjarliga illa fyri. Tí stjala tey í handlum at fáa til dagin og vegin. Dagin eftir at Osamu og sonurin hava stolið, møta teir eini lítlari gentu. Kalt er, men kona Osamu drálar, tá talan verður um at hjálpa henni. Men tá konan hoyrir um vesaligu støðuna, játtar eisini hon at taka gentuna til teirra at vera. Nú hevur samansetta húskið tað gott, og øll eru glað, til ein óvæntað hending stingur seg upp og avdúkar loynidómar, sum ikki kunnu skúgvast til viks. Fleirfalt virðislønti filmurin "Shoplifters" verður sýndur í originalari japanskari versión, men við donskum undirteksti.

John Ajvide Lindqvist, sum í 2004 skrivaði listaligu vampýrræðusøguna ”Låt den rätte komma in”, hevur eisini skrivað forleggið til fantastisku søguna, "Gräns". Hon er karmur um nýggja filmin hjá svenska Ali Abbasis, sum er føddur í Teheran í 1981. "Gräns" er um kvinnuliga tollaran, Tinu, sum við markið hevur serligt tev at finna og avdúka smuglarar. Men tá hon fyrstu ferð rennir seg í hin gátuføra Vore, fer Tina at ivast í serligu sansunum. Filmurin "Gräns" vann høvuðsvirðislønina í Un Certain Regard í Cannes í ár. Fimurin fekk sjáldsama góð ummæli frá áskoðarum og ummælarum, sum millum annað søgdu, at "Gräns" var ”en forfriskende original blanding af skævt eventyr, folklore, politiefterforskning, tragisk romance og eksistentielt drama,” sum okkara mest trúfasti filmsveitari, Camera Film í Keypmannahavn, sigur. Við heitinum ”Grænse” verður filmurin sýndur í Filmsfelagnum við donskum undirteksti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder