Tveir flogskiparar eru deyir, eftir at eitt ferðafólkflogfar og eitt akfar rendu saman á einari flogbreyt á LaGuardia-floghavnini í New York í nátt okkara tíð.
Fleiri fólk vórðu eisini særd, upplýsa keldur fyri NBC News.
Myndugleikarnir hava annars ikki váttað nakran fólkaskaða í sambandi við vanlukkuna, sum hendi um klokkan hálvgum fýra føroyska tíð.
Talan var um eitt ferðafólkaflogfar hjá Air Canada, sum var komið úr kanadiska býnum Montreal. Akfarið sigst at vera ein sløkkiliðsbilur, skrivar Ritzau.
76 fólk vóru umborð á flogfarinum, harav flogmanningin taldi fýra fólk.
Flogfarið hevði eina ferð á umleið 40 kilometrar um tíman, tá ta rullaði eftir flogbreytini og rendi á akfarið, sum var á veg yvirum.
Myndugleikarnir hava stongt LaGuardia, og væntast floghavnin at verða stongd fyri flogferðslu fram til klokkan 18 í kvøld føroyska tíð. Hetta verður gjørd við atlit fyri bjargingar- og kanningararbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald