Mentan

Tveir føroyskir heimildarfilmar í Havn í kvøld

"Vælkomin heim” verður frumsýndur í Perluni klokkan 19, meðan “RÓIN – Spælimaðurin við heimsins enda” fer á klokkan 21 í Blábar

2025-07-23 12:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld, mikukvøldið 23. juli, verða tveir nýggir føroyskir heimildarfilmar vístir í Havn. Talan er um “Vælkomin heim” eftir Mariu Winther Olsen, og “RÓIN – Spælimaðurin við heimsins enda” eftir Pætur H. Evensson.

Báðir filmarnir varpa ljós á dilemmaið millum úti og heima – men úr hvør sínum sjónarhorni: Í “Vælkomin heim” fylgja vit tveimum ungum, sum júst eru flutt úr Føroyum til Danmarkar fyri at royna okkurt nýtt, meðan “RÓIN” lýsir lívið hjá einum, ið hevur roynt alt tað – og vendir heim til Føroya aftur.

Felags fyri báðar sýningarnar í kvøld er, at Q&A-samrøða verður við leikstjórar og høvuðspersónar aftaná.

Kl. 19 í Perluni verður “Vælkomin heim” eftir Mariu Winther Olsen vístur – og her er talan um frumsýning í Føroyum. Í filminum fylgja vit Onnu Sofíu og Álvi, sum saman skapa eitt heim á Oyrasundskolleginum í Keypmannahavn. 

“Vælkomin heim” er ein frásøgn um vinarlag, slatur á gongini og dreymar; kanska í avmarkaða tíð? Um heim byrjar at kennast sum eitt stað, man ikki kann heilt kann vera – serliga um mann er ungur, kvir og eitt sindur ov nógv?

[object Object]

Fortíðin lúrir, framtíðin kallar, og mitt ímillum standa tey. Ivandi, langtandi og saman. Tey hava í øllum førum hvønn annan.

Eftir filmin fer Hermann Eliassen at hava eitt prát við Mariu Winther Olsen, leikstjóra, Onnu Sofíu Holm Skoradal og Álv av Kák.

Sýningin er ókeypis og er partur av Faroe Pride 2025.

Kl. 21 í Blábar verður so “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda” vístur. Filmurin lýsir lívsferðina hjá Róini Siggertsson, sum eftir nærum 30 ár í Danmark, kempar við at finna fótafestið í heimbygdini. Ein rá og persónlig søga um at mistrívast, stríðast við rúsmisnýtslu, um at blíva pápi – og um at finna vón gjøgnum tónleikin.

Filmurin varð frumsýndur í mars, og síðan tá hava einstakar sýningar verið kring landið.

Aftaná filmin verður prát við Róin Siggertsson, leikstjóran Pætur H. Evensson og klippara Gorm Just. Kvøldið endar við einari intimkonsert við Róini – a.k.a. roWan.

[object Object]

Atgongumerki kunnu fáast á www.blabar.fo ella við dyrnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder