2023-11-05 12:05
Seinasta náttin hevur verið rættiliga ófriðarlig hjá løgregluni.
Nógv fólk hava verið í býnum, og løgreglan hevur eisini verið nógv til staðar í náttarlívinum og verið noydd at skilja fólk at í støðum, har tað kundi enda við einum harðskapsmáli.
Tó vórðu eingi harðskapsmál skrásett, men tveir persónar vórðu handtiknir og skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Tann eini fekk 1.500 krónur í bót fyri at vera ólátaður ímóti løgregluni, og hin fekk 3.000 krónur í bót fyri at vera harðligur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald