Innanlands

Tveir koronasjúklingar innlagdir

Støðan hjá teimum er stabil, og hava tey ikki tørv á intensivari viðgerð, upplýsir Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum

Mynd: Landssjúkrahúsið

Mynd: Landssjúkrahúsið

2020-08-17 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvey fólk eru nú innløgd við korona á Landssjúkrahúsinum.

Tað upplýsir Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum fyri Kringvarpinum.

Teir báðir sjúklingarnir vórðu innlagdir um vikuskiftið. Støða teirra er stabil, og hava tey ikki tørv á intensivari viðgerð.

Í løtuni eru 147 fólk smittað við korona í Føroyum. Samlaða talið á skrásettum tilburðum er 372. Fleiri enn 700 eru í sóttarhaldi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder