Innanlands

Tveir koyrdu ávirkaðir

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, men tá løgreglan var úti og kannaði ferðsluna í miðstaðarøkinum, vórðu tvey mál skrivað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-28 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna í miðstaðarøkinum, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tann fyrri varð tikin stutt fyri klokkan tvey. Hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

Tann seinni varð tikin klokkan hálvgum fimm fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder