Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Seinnapartin í gjár var tó eitt lítið ferðsluóhapp í Hoyvík, har ein bilur rendi í afturpartin á einum øðrum.
Eingin fólkaskaði var, men har var nakað av materiellum skaða, og tann eini bilførarin verður helst skuldsettur fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna.
Um kvøldið vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra ov skjótt, tá løgreglan var úti og gjørdi ferðmátingar á strekkinum millum rundkoyringina í Kollafirði og Kollafjarðartunnilin.
Báðir koyrdu 115 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80, og tað gevur treytaða frádøming, men av tí at tann eini bilførarin hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, fær hann koyriforboð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald