Innanlands

Tveir koyrdu ov skjótt og ein koyrdi ávirkaður

Í gjárkvøldið og í nátt vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri brot á ferðslulógina

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-10 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið rættiliga friðarligt, men tó vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri brot á ferðslulógina í gjárkvøldið og í nátt, boðar vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá í morgun.

Í gjárkvøldið fekk ein bilførari treytaða frádøming fyri at koyra ov skjótt í Klaksvík. Hann koyrdi 68 kilometrar um tíman í einum øki, har mest loyvda ferðin var 40 kilometrar.

Í nátt tók løgreglan eisini ein bilførara fyri at koyra ov skjótt í Norðoyatunlinum. Mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, men hesin koyrdi 110 kilometrar, og tað fekk hann eitt klipp fyri.

Triði bilførarin varð steðgaður í Havn. Hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder