2020-06-22 12:02
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í løtuni er framvegis eingin føroyingur smittaður við koronasmittuni, upplýsir Landslæknin.
Sostatt eru nú tveir mánaðir síðani seinastu tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum 22. apríl.
Sambært Heilsumálaráðnum eru nú 12.066 kanningar gjørdar, og eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 5.669 kanningunum.
Fyrsti tilburðurin varð staðfestur 3. mars, og seinasti koronasjúklingurin varð staðfestur frískur 8. mai. Tilsamans hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald