Innanlands

Tveir mans gistu í klivunum

Annar fekk bót fyri at hava órógvað og brotið skilhaldsreglurnar

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-20 14:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at ein maður gekk inni í sølumiðstøðini SMS í Havn og rópti og órógvaði.

Løgreglan kom á staðið, og kundi staðfesta, at tað ikki var annað at gera, enn at taka drukna mannin við á støðina og leggja hann í klivan at sova rúsin av sær.

Áðrenn hann varð leyslatin aftur í morgun ,varð hann skuldsettur fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar, og tað gevur eina bót á 600 krónur.

Seinni í gjárkvøldið varð boðað frá einum øðrum manni, sum gekk í øðrviti úti í býnum. Løgreglan staðfesti, at maðurin var so drukkin, at hann eisini varð koyrdur í klivan at sova rúsin av sær. Men hann órógvaði ikki, og varð tí heldur ikki skuldsettur fyri nakað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder