Innanlands

Tveir menn útvístir fyri stuldur

Tveir menn vóru í Føroya Rætti í gjár dømdir fyri stuldur. Menninir, sum vóru útlendingar, vóru samstundis útvístir úr Føroyum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-11 10:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Rættur viðgjørdi í gjár eitt mál har sum tveir menn úr Pólandi vóru ákærdir fyri stuldur. Menninir vóru ákærdir fyri í felag at hava stjolið amboð fyri uml. 50.000kr. Menninir høvdu m.a. stjolið frá arbeiðsgevaranum. 

Annar maðurin játtaði seg sekan, meðan hin noktaði. Báðir menninir vóru tó í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í gjár dømdir sekir og fingu 60 daga lutvíst treytaða fongsulsrevsing hvør. Afturat fongsulsrevsingini blivu menninir útvístir úr Føroyum við einum innferðarbanni í trý ár. 

Báðir menninir tóku við dóminum. Menninir sita nú í varðhaldi til teir verða vístir av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder