Tveir nýggir koronatilburðir eru staðfestir í Føroyum í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum.
Talan er um persónar, sum ikki hava verið í sambandi við hvønn annan. Harumframt er ein triði persónur staðfestur smittaður, men viðkomandi er farin av landinum aftur. Smittan hjá viðkomandi varð staðfest í Danmark eftir fráferð úr Føroyum, í hinum báðum førum eru tilburðirnir staðfestir í Havn og í Klaksvík.
Landslæknin sigur við Kringvarpið, at tey bæði, sum hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, bæði hava verið á ólavsøku, og viðkomandi sum fekk staðfest smittuna í Danmark hevur eisini verið í Føroyum um hesa tíð.
Landslæknin mælir nú øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni.
– Taka vit okkum ikki um reiggj nú, er veruliga vandi fyri, at smittan fær fastatøkur í Føroyum. Her er talan um tríggjar ymiskar smittuketur, og tí skulu vit brúka stóra orku upp á at smittuuppspora tær ymisku smittuketurnar, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni sambært Heilsumálaráðnum.
Landslæknin heitir á øll fólk, sum hava verið í sambandi við tey smittaðu, um at seta seg í samband við seg á teldupostinum [email protected].
Bæði Landsstýrið og Farsóttarnevndin fara at koma saman sum skjótast, nú fleiri nýggir tilburðir eru staðfestir.
Dagførd kl. 12.16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald