![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár vórðu tveir nýggir smittutilburðir staðfestir í Føroyum, upplýsir Landslæknin.
Annar persónurin, sum hevur fingið staðfest smittuna, er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Í hinum førinum er talan um ein persón, sum hevur verið uttanlands, og sum hevur latið seg kanna á sætta degi eftir komu aftur til Føroya. Báðir persónar eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina, skrivar Heilsumálaráðið.
Tilsamans hava 418 persónar nú fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru átta persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna, og níggju fólk eru í sóttarhaldi.
108.159 kanningar eru nú gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald