Innanlands

Tveir prutlførarar – sjey lógarbrot

Løgreglan hevði eitt málrættað átak móti prutlum og skutarum í Vágum í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-08-24 08:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin í gjár var ferðsluløgreglan ein túr í Vágum fyri at gera eitt sokallað málrættað átak móti skutarum og prutlum.

Hetta verður gjørt, tí løgreglan hevur fingið fráboðanir um, at valdar ávíst óskil á júst hesum øki í Vágum.

Vaktleiðarin boðar frá, at patrúljan tók tvey prutl fyri ymisk lógarbrot, og prutlførararnir nú fáa bót.

Spurdur nærri vísir tað seg, at hesir báðir prutlførararnir tilsaman høvdu gjørt seg sekar í sjey brotum móti galdandi lógum:

Prutlini vóru bygnaðarbroytt, sum tey kalla tað, tá tey eru rigga til at kunna koyra skjótari, og høvdu eisini niðurslitin dekk. Harumframt var eisini talan um at okkurt nummarspjaldur ikki var sjónlit, koyring uttan hjálm og brúk av telefon undir koyring.

Løgreglan gjørdi eisini eitt átak í Havn í gjár, hetta var rættað móti bilførarum, ið koyra við handhildnari telefon. Tveir bilførarar vórðu avdúkaðir – hesir fáa nú túsund krónur í bót.

Í Klaksvík hevði løgreglan eina sokallaða skúlapatrúlju, tað er at kanna ferðsluna í sambandi við at børn verða koyrd í skúla á Skúlatrøð. Her verður serliga hugt eftir um børnini sita íbundin í bilinum. Onki mál varð skrivað her, men nakrir bilførarar fingu “smávegis átalur”, sum tað verður sagt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder