2024-10-20 09:31
Í nátt hevur løgreglan gjørt nógv burturúr at kanna ferðsluna kring landið, og í hesum sambandi vórðu nógvir bilar steðgaðir.
Kannað varð, um førarin var ávirkaður, og tíbetur vóru teir flestu edrúir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tó vórðu tveir bilførarar skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka - ein í Streymoynni og ein í Suðuroynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald