Innanlands

Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Ein varð tikin í høvuðsstaðarøkinum og ein í norðurøkinum

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-21 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv tiltøk vóru á skránni kring landið í gjár, og í hesum sambandi hava nógv fólk verið úti í nátt.

Vakthavandi á politistøðini sigur, sambært in.fo, at tað hevur verið sum á ólavsøku.

Løgreglan hevði m.a. úr at gera við at hjálpa eina rúgvu av fólki heim, ið vóru ávirkaði av rúsdrekka.

Eisini vórðu veir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring.

Tann fyrsti varð tikin klokkan 20.15 í høvuðsstaðarøkinum, meðan tann seinni varð tikin í norðurøkinum í nátt. Løgreglan bíðar nú eftir úrslitinum frá blóðroyndunum hjá teimum báðum.

Í sambandi við høgtíðina hevur løgreglan eisini verið á vitjan á skeinkistøðum kring landið fyri at tryggja, at halgidagslógin varð hildin. Í summum førum varð neyðugt at biðja fólk um at dempa tónleikin, og tað varð síðani gjørt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder