Innanlands

Tveir tilburðir í 1.296 kanningum

Teir báðir tilburðirnir, ið vórðu staðfestir í gjár, vórðu staðfestir við kanning á triðja degi eftir komu til Føroya. Í løtuni eru seks fólk smittað við koronu í Føroyum

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-08-24 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu tveir nýggir koronutilburðir staðfestir, og báðir tilburðirnar vórðu staðfestir við kanning á triðja degi eftir komu til Føroyar.

Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum, og tað skrivar corona.fo.

1.296 kanningar vórðu gjørdar, og harvið er positivprosenti bert 0,15.

Í løtuni eru seks fólk smittað við koronu í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder